TEEN-AGER

Í enskari orðabók (1962) verður her í yvirskriftini brúkta orðið lýst soleiðis:

The numbers 13 to 19. Teen-ager boy or girl in his or her teens.

Teenagers hevur ikki nógv ár á baki, kanska eina hálva øld. Hetta lítla, fitta orðið verður brúkt víða hvar í allari verðini: Evropa, Amerika, Avstralia, India, og eisini í Føroyum hevur tað verið brúkt í nógv ár.

Men so hendi nakað í 1998.

Í donsk-føroysku orðabókini 1995 er teenager umsett til tineygjari, og tað er einki ónormalt í hesum. Tað átti at verið sjálvsagt, at vit brúka heitið teenager ella tineygjari.

Í føroysku orðabókini 1998 lesa vit, at tannáringur er unglingi í árunum 13 til 19, og at tann er tonn í hvørsfalli (genitiv) , og at áringur er kornár, ársgróður av korni og eplum, árgangur av konfirmantum.

So kom fløkja í. Í dag verða tineygjari og tannáringur brúkt hvørt um annað.

Í orðabókini 1998 eru meira enn hálvthundrað samansett orð við tonn í hvørsfalli, sum øll hava við tenn at gera – uttan eitt: tannáringur.

Ung í 13-19 ára aldri eru: trettan, fjúrtan, fimtan, sekstan, seytjan, átjan og nítjan ár. Fýra eru tanár og trí eru tjanár, sum á ongan hátt kunnu avleiða orðið tannáringur.

Eftir hesum má tað tí haldast, at vánaliga orðið tannáringur als ikki hevur heimarætt í okkara máli. Málgranskarar, sum ætlandi eru av góðum bergi brotnir, hava í longri tíð beint fyri nógvum av okkara í fólkamunni og gerandisdegi livandi orðum. Hetta kann tíðum geva mentalan fepur, men í slíkum førum eru vit handikappaði, tí grannskararnir hava útihýst termometur og varmapútu í Føroyum.

…………..

Øll ekstremisma er hættislig. Víða hvar um lond er hon orsøk til ógvusligan, heimføðisligan atburð, ið ger lívið til eina marru.