Havn: Eitt av tí, sum hevur eyðkent lívið hjá Teddi, er sangurin.
Nógvar ferðir hava nógv við gleði lýtt á nógvu sangir hansara. Og nú verða so nakrir teirra enn einaferð at hoyra á fløgu.
Í november mánaði í fjør var Theodor saman við góðum fólki í Nashville, USA og tók upp fløguna. Og tað vóru ikki hissini tónleikarar, ið hann hevði aftrat sær.
Millum teir er Glen D. Harding, og sum fyri Elvis-fjepparar er hetta uttan iva eitt navn, sum tey kenna aftur sum klaverleikari hansara gjøgnum mong ár.
Tónleikurin á fløguni er ein góð blanding av country og gospel. Hon verður at fáa í vikuni undan ólavsøku.