TEDBOPL

Hóast tað ljóðar at vera trupult hjá ungum monnum at sleppa til skips, er tað nú ikki so trupult kortini, tá ið læknar vísa vælvild og forstáilsi. Gongst væl, kunnu øll viðurskifti avgreiðast uppá stutta tíð ? næstan yvir eina nátt

Leyst og fast
Tað eru nakrar ?mytur? um ymisk viðurskifti, bæði nýggj og gomul, men tað er minni enn so altíð, at hesar mytur halda, tá ið samanum kemur, og tú sjálvur hevur við tær at gera.
Ein myta er, at tað er so torført hjá ungum monnum at sleppa til skips, tí hesir skulu hava heilsuváttan og helst eisini hava verið á trygdarskeiði, áðrenn sleppast kann umborð. Tað fyrra er rætt, men ikki tað seinna. Ikki enn í hvussu er.
 Í eini tvey ár hevur yngri sonurin tosað um at farið nakrar túrar til skips, og
hann hevur eisini biðið sær kjans við onkrum skipi. Er tó ikki sloppin umborð - fyrr enn nú.
- Men eg skal hava heilsuváttan og hava verið á trygdarskeiði fyrst, og har
er long bíðitíð, hevur hann sagt, tí tað hevur onkur sagt honum.
Og so er tíðin bara gingin. At fáa sær heilsuváttanina í hús og tekna seg til
trygdarskeiðið, hevur ongantíð verið fingið í lag.
 Hjá einum ungum manni, sum droymir um sjólívið, er tað sum við so mongum øðrum. Viðhvørt er hann ógvuliga uppsettur og heldur, at nú skal tað vera, men so er eingin kjansur at fáa við skipi ? og so heldur prátið uppat aftur? til tað einaferð byrjar aftur.
 Stuðulin heimanífrá hevur avgjørt eisini sín týdning, um ungi maðurin gerst sjómaður ella ikki.

Skipsboð?
Tað er ikki at taka seg aftur í, at eitt gott hugskot hjá manni, sum ætlar sær til skips, er at fáa sær heilsuváttanina uppá pláss, tí so er hon ikki eftir.
 ?Bláa bókin?, sum váttanin verður nevnd, er einasta kravda skjalið, sum ein ungur maður skal hava við sær umborð í løtuni, men sum skilst, verður trygdarskeiðið kravt til várs.
Millum skipini, sum ungi maðurin hevði biðið sær kjans við, var risatrolarin, Næraberg, ið hevur verið og framvegis er eitt frálíkt skúlaskip hjá ungdómum, bæði dreingjum og gentum.
Næstsíðsta fríggjakvøld ringdi so skrivstovan hjá J.F.K-troli og segði, at skipið var komið inn at bunkra, og at pláss var fyri unga manninum. Men skuldi hann sleppa við, noyddist hann at hava heilsuváttan.
Siglt bleiv dagin eftir ? á middegi!
Ikki fyrr enn klokkan leið til midnátt hetta kvøldið, boðini komu, var sonurin við hús aftur.
Tá ið hann frætti, at reiðaríið hevði ringt, gjørdist spentur og hevði góðan hug at fara. Men hvussu kundi tað lata seg gera? Hvussu við arbeiðsklæðum, oljuklæðum, stivlum, handskum? og so læknaváttanini. Hvør kundi geva honum eina læknaváttan til á middegi dagin eftir?
Dúgvan sigldi úr Leirvík til Klaksvíkar klokkan 11 morgunin eftir? og ongan bil høvdu vit beint nú!

Tað bar til?
Nakað fyrr um kvøldið hevði eg ringt til læknan í kommununi. Hann hevði ikki vakt og vísti á sínum telefonsvarara til læknan í Runavík. Hann hevði heldur ikki vakt og vísti á sínum telefonsvarara til læknan á Eiði. Tosaði við læknan á Eiði eina løtu hetta kvøldið, men kundi ikki gera nakra avtalu um læknakanning, tí sonurin var ikki heima. Læknin á Eiði segði, at læknin í Gøtu hevði vakt frá klokkan 8 morgunin eftir.
Vaskaði nøkur klæðir um kvøldið og um náttina, sum skuldu vera klár, um alt nú fekst uppá pláss.
Ringdi stundisliga morgunin eftir til læknan í Gøtu. Hetta var ein svii, sum loysti av. Hann var ógvuliga fryntligur, men segði, at hann var ikki skrásettur til at skriva eina slíka heilsuváttan?
Hevði læknin á Toftum fingist at svara, hevði hann ivaleyst kunnað avgreitt kanningina og skrivað váttanina eftir lítlari løtu. Men hann hevði frí? og mundi hann yvirhøvur vera heima?
Ætlaði at ringja til ein av synunum hjá honum og spyrja meg fyri, men fann einki telefonnummar. Hjá einum lækna at hava almenn privatnummur, er nokk ikki bara sum at siga tað. So, her var ikki nógv at gera, og eg noyddist at ásanna, at í Eysturoynni fekst eingin heilsuváttan í einum skundi.

Jaspur beinasamur?
Nú var altso leygarmorgun, klokkan var 9, sonurin svav enn, tí enn visti eg einki at siga honum, og Dúgvan sigldi úr Leirvík um tveir tímar ? og Næraberg skuldi loysa í Klaksvík um tríggjar tímar.
Avgjørdi at gera eina roynd aftrat, og tað var royndin, sum eydnaðist.
Ringdi til kommunulæknan í Klaksvík, Jaspur Petersen. Hann var serstakliga beinasamur og segði, at vit kundu koma fram við kl. 11.50. Ringdi síðan til reiðaríið og spurdi, um teir vildu bíða ta løtuna, sum vit kanska gjørdust ov seinir ? alt eftir, hvussu langa tíð tað tók hjá læknanum. Jú, tað var einki problem?
Og so var bara at vakja sonin, men tá var klokkan eisini farin av 10 hendan morgunin.
Nú var eftir at pakka, og meðan vit pakkaðu, varð ringt til grannadreingin og
vinmannin. Hann var beinasamur og vildi koyra okkum til Leirvíkar.
 Vit vóru umborð á Dúgvuni fáar minuttir, áðrenn hon loysti.
Hjá Jaspuri í Klaksvík tók tað stutta tíð at fylla út spurnarblaðið, og læknakanningin gekk væl. Ungi maðurin var spillfrískur; sá sum ein frensur, og hoyrdi sum ein hundur?

TEDBOPL?
Eitt sindur skemtiligt var tað, tá ið sýnsroyndin skuldi takast. Reglan, sum skal síggjast fyri at hava ?góð eygu?, er júst tann sama, sum hon var fyri minst 37 árum síðan, tá ið eg fyrstu ferð var til barnakanning hjá gamla landslæknanum í Havn!
TEDBOPL.. vóru stavirnir, tú helst skuldi síggja tá, um tú ikki ?skuldi fáa brillur?, og TEDBOPL eru stavirnir enn í dag.
At fáa brillur, var eingin ynskidreymur, so her var bara eitt at gera ? at læra seg stavirnar uttanat til næstu ferð, og tað var einki problem, um sleppast kundu undan brillunum. Eftir fyrstu barnakanning, fekk eg brillur, sum eg ongantíð vildi hava uppi á mær? men árið eftir sá eg ?fínt? og skuldi ikki bera brillur meira?
Stavirnar minnist eg enn, og tá ið eg undir viðtaluni saman við soninum hjá Jaspuri í Klaksvík endurtók teir ? uttan at hyggja uppá ?talvuna?, flenti Jaspur? Hann hevði ikki heft seg við, at hesir TEDBOPL-stavirnir hava verið teir somu í so mong ár? og kanska nógv longri enn tað.
Um tað hevur verið gott ella ringt fyri eyguni at ?snýta? gamla landslæknan, er ilt at siga, men stavirnar gloymi eg ongantíð? og eyguni eru framvegis tey somu og nóg góð til tað, eg havi at brúka tey til.
Klokkan var ikki farin nógv av 12 hendan dagin, tá ið sonurin væl nøgdur fór upp ígjøgnum leytaran við ?bláu bókini?, sum stakk upp úr jakkalummanum.