Liðið hjá Pæturi er í fríum falli

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne taptu í dag áttanda dystin á rað

Tað stendur illa til hjá Pæturi Mikkjalssyni og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í dag taptu suðuroyggjamenn áttanda dystin á rað í deildini.

 

Pætur og liðfelagarnir taptu í dag greitt á útivølli 30-38 fyri Norddjurs. Heimaliðið var frammanfyri 18-13 í steðginum.

 

Pætur skoraði trý mál í dagsins dysti.

 

Team Sydhavsøerne er nú fjórðaftast í deildini, og bert málmunurin skilir teir frá triðaftasta plássinum, ið er undir niðurflytingarstrikuni.

 

Team Sydhavsøerne og Odder hava bæði 11 stig. Aftanfyri seg hava liðini Faaborg við átta stigum og Roskilde við bert tveimum stigum. Beint frammanfyri Team Sydhavsøerne og Odder er Norddjurs við 12 stigum. 

 

Sunnudagin 9. februar klokkan 14 hava suðuroyggjamenn heimadyst móti júst Odder, og tá má ein sigur koma til høldar um gongdin skal vendast.