Tað stinnasta liðið í súkkluheiminum seinastu árini, Team Sky, má finna sær nýtt navn og nýggjar stuðlar. Tað er greitt, nú Team Sky í morgun boðar frá, at miðlasamtakið Sky gevst sum stuðul síðst í 2019.
Team Sky varð skapt í 2010 og hevur verið nærum einaráðandi í súkkling seinastu árini. Seks av seinastu sjey ferðunum hevur liðið vunnið Tour de France við Sir Bradley Wiggins, Chris Froome og í ár Geraint Thomas.
Bretska liðið hevur langtíðarsáttmálar við kapteynarnar, Chris Froome og Geraint Thomas, og risatalentið, Egan Bernal, og tí kemur tað heldur óvæntað á, at 2019 verður seinasta árið sum Team Sky.
Stjórin í Sky, Jeremy Darroch, sigur við heimasíðuna hjá liðnum, at tey í Sky eru sera errin av avrikunum hjá Team Sky og British Cycling, men at stundin er komin til at leita sær víðari við øðrum átøkum.
Brian Nygaard, súkkluserfrøðingur hjá TV2, heldur, at súkklingin nú helst fer at broytast eitt sindur, men at stóru stjørnurnar hjá Team Sky óivað framhaldandi fara at vera sjónskar í súkklulandslagnum.
- Eg haldi ikki, at súkklarar so sum Chris Froome, Geraint Thomas og Egan Bernal skulu vera nervøsir. Teir fáa ein góðan sáttmála eina aðrastaðni ella verða verandi undir nýggjum navni, sigur hann við tv2.dk.
- Teir gevast ikki við at ráða, men tað kann vera, at tað verður í øðrum samanhangi og á øðrum liðum. Hetta letur upp fyri at vit møguliga fara at uppliva teir úr øðrum sjónarhornum framyvir, metir Brian Nygaard.