Team Rynkeby í SMS í morgin

Í sambandi við, at altjóða dagur móti krabbameini hjá børnum er tann 15. februar, hevur Team Rynkeby Føroyar seinastu árini skipað fyri tveimum serligum tiltøkum í ein dag februar – tætt við 15. februar. Í ár eru tiltøkini leygardagin 11. februar.

 

Kl. 11.00-14.00 verður skipað fyri tiltaki í SMS, har súkklukappingar, livandi tónleikur, myndasýningar og røður eru á skránni. Tiltakið verður teknmálstulkað. Øll vitjandi fáa kaffi, djús og køku. Møguleiki verður eisini fyri at keypa eina Team Rynkeby-plakat, sum Ása Eikhólm Trygvadóttir hevur sniðgivið.

 

Seinni um kvøldið er stóri galladøgurðin á Hotel Føroyum. Gestirnir fáa fýra rættað matskrá umframt fyrsta floks undirhald og tónleik. Kvøldið endar við, at kekkurin fyri atgongumerkjasøluna verður handaður Team Rynkeby.

 

Skráin í SMS leygardagin:

 

Kl. 11.00: Don Joensen bjóðar vælkomin

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, røðir

 

Kl. 11.15: Jansy Gaardlykke og Bjørg Árnadóttir súkkla um kapp

 

Kl. 11.30: Tónleikur

 

Bárður á Lakjuni

 

Barnakór v/Joannu og Edith

 

Kl. 12.00: Alfred Hummeland og Rúni Juul súkkla um kapp

 

Kl. 12.15: Røða: Berin

 

Kl. 12.30: Myndasýning

 

Kl. 12.45: Sølvá Jansdóttir Joensen og Durita Øssursdóttir súkkla um kapp

 

Kl. 13.00: Røður

 

Margit Stóra

 

Sjúrður Skaale

 

Kl. 13.30: Myndasýning

 

Kl. 14.00: Tiltakið endar

 

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja Team Rynkeby í SMS.