Team Klaksvík knógvaði H71 og er oddalið

Team Klaksvík hevur fingið fimm stig í trimum torførum útidystum

Savnsmynd frá dysti millum H71 og Team Klaksvík farna kappingarár

Savnsmynd frá dysti millum H71 og Team Klaksvík farna kappingarár

Team Klaksvík hevur enn ikki spælt ein dyst á heimavølli í Badmintonhøllini í Klaksvík, og kortini eru teir oddalið í Burn mansdeildini aftaná tríggjar torførar útidystir.

 

Í kvøld koppaðu klaksvíkingar H71 í Hoyvíkshøllini væl stuðlaðir av einari áskoðarafjøld, ið boðar frá, at hondbóltsfepur er í Klaksvík í hesum døgum.

 

Jens Pauli Mohr sendi bóltin í eitt opið mál til sigursmálið 29-28 tá minni enn ein hálvur minuttur var eftir av dystinum. Gjøgnum tað mesta av dystinum var H71 annars á odda, og H71 var eisini á odda 12-10 í steðginum.

 

Tað var avgerandi, at málverjin hjá Team Klaksvík, David Heningman hevði 14 bjargingar í dystinum. 

 

Team Klaksvík er fremst við fimm stigum. KÍF og StÍF hava trý stig hvør.

 

H71-Team Klaksvík 28-29 (12-10)

 

Málskjúttar H71: Pauli Mittún 7, Janus Dam Djurhuus 7, Petur Krogh 4, Pætur Thomsen 4, Sakir T. Frýdal 4, Bogi Hansen 1, Sveinur Olafsson 1.

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 7, Valentino Valentakovic 7, Jens Pauli Mohr 4, Sámal á Tjaldrafløtti 4, Beinir Johannesen 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Tummas Simonsen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1. 

 

Savnsmynd frá dysti millum H71 og Team Klaksvík farna kappingarár

Savnsmynd frá dysti millum H71 og Team Klaksvík farna kappingarár