Team Klaksvík, H71 og VÍF vunnu í Burn mansdeildini

Team Klaksvík er oddalið aftaná fyrsta heimasigurin í ár

Filip Jojic skoraði 15 mál fyri VÍF móti StÍF

Filip Jojic skoraði 15 mál fyri VÍF móti StÍF

Ársins lið í Burn mansdeildini higartil í ár er Team Klaksvík. Í dag vunnu klaksvíkingar 35-33 á Neistanum í Badmintonhøllini í Klaksvík. Neistin var annars á odda 16-13 í steðginum. 

 

Úrslitið merkir, at Team Klaksvík er oddalið við sjey stigum.

 

Team Klaksvík-Neistin 35-33 (13-16)

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Jens Pauli Mohr 10, Valentino Valentakovic 7, Vilhelm Vilhelmsen 5, Vuk Stevanovic 3, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Tummas Simonsen 3, Hans Arni Thomsen 2, Ludvík Súnason 1, Jan Eli Ragnarsson 1. 

 

Málskjúttar Neistin: Johannes Bjørgvin 7, Rasmus Søby 6, Felix Már Kristjánsson 5, Isak Vedelsbøl 4. Tróndur J. Kragesteen 4, Hanus Arason 3, Jann Rói Torsteinsson 2, Ágúst Ingi Óskarsson 2, 

 

Filip Jojic gekk aftur undan tá VÍF á útivølli vann 36-29 á StÍF. Í steðginum var VÍF á odda 15-10. Filip Jojic gekk aftur undan í dag hjá VÍF. Hann skoraði ikki færri enn 15 mál á Skála í dag.

 

StÍF-VÍF 29-36 (10-15)

 

Málskjúttar StÍF:  Jóanes Prestá 7, Ivan Mrdalo 7, Bjarni í Selvindi 6, Pætur Barclay 4, Sveinur Justinussen 3, Steinar Prestá 1, Bjartur Már Guðmundsson 1. 

 

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 15, Johan í Garðastovu 5, Magnus Müller 4, Kristian Jensen 4, Hallur Arason 3, Óla Jákup Olsen 2, Tróndur Johnsson 1, Teitur R. Nielsen 1, Hanus Christophersen 1. 

 

Hesaferð var eingin slingur í valsinum tá H71 tók móti Kyndli í Hoyvíkshøllini. H71 vann stórsigur 35-19. Longu í steðginum var H71 á odda 20-10. 

 

H71 er nú næstfremst við seks stigum, og teir hava spælt ein dyst færri enn oddaliðið, Team Klaksvík.

 

H71-Kyndil 35-19 (20-10)

 

Málskjúttar H71:  Peter Krogh 8, Bogi Hansen 4, Pauli Mittún 4, Pætur Thomsen 4, Niklas Hanusarson 3, Janus Dam Djurhuus 3, Sveinur Olafsson 3, Djóni G. Joensen 3, Rói E. á Skipagøtu 1, Poul Símin í Garði 1, Rókur Ziskason 1.

 

Málskjúttar Kyndil:  Tróndur Wardum 5, Anders Risdal 4, Tummas Sørensen 4, Borgar Sveinsson, Kristoffur Bjørgvin 2, Jákup Andreas Joensen 1, Jákup Jørgensen 1, Mads Lindkvist 1, Kristoffur Bjørgvin 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 TEAM KLAKSVÍK514814627
 H714125100256
 STÍF5144154-105
 VÍF4124106184
 KÍF3837854
 NEISTIN4124126-22
 KYNDIL5114152-382
      
      
      
      
      
      
      
Filip Jojic skoraði 15 mál fyri VÍF móti StÍF

Filip Jojic skoraði 15 mál fyri VÍF móti StÍF