Hondbóltslagið í Klaksvík er framúr í kvøld, eftir at Team Klaksvík fyri fyrstu ferð í ógvuliga langa tíð er farið av vøllinum við einum sigri. Team Klaksvík vann nevniliga uppgerðina í FTZ-deildini á heimavølli móti FM-biðlunum úr Kyndli við 19-18 sigri. Merkisvert við dystinum var, at Team Klaksvík í hálvleikinum var aftanfyri heili 7-11, men megnaði at venda dystinum í seinna hálvleiki.
Talan er um fyrsta sigurin hjá Team Klaksvík í meira enn eitt ár, tí farna kappingarár vann Team Klaksvík ongan dyst.
Tað vóru serliga fyrrverandi Kyndla leikararnir, Finnur Hansson, Ludvík Súnason, Birgir Poulsen og Hørður Sigtórsson, ið gjørdu um seg fyri klaksvíkingar í kvøld. Teir fýra skutu 15 av málunum fyri Team Klaksvík í kvøld, meðan Sámal á Tjaldrafløtti skoraði fýra mál.
Hjá Kyndli vóru Hjalti Mohr Jacobsen og Bartal Klein Olsen toppskjúttar. Teir skutu báðir fýra mál.
Team Klaksvík – Kyndil 19-18 (7-11)