Team Klaksvík vann botnuppgerð

Hondbóltur: Við 27-24-sigri á Kyndli leggur Team Klaksvík seg nú undir liðina á StÍF og kann ota seg longri upp eftir stigatalvuni.

Klaksvíkingar runnu avstað
Liðini vóru jøvn í einari varligari byrjan og komu ikki nógv mál fyrstu løtuna. Eftir einum korteri var støðan 5-4 til Kyndil, og tá tók dysturin eina stóra vend. Klaksvíkingar vágaðu meira í álopspartinum, og við stundum sera góðum álopsspæli vóru teir við til at leggja Kyndil aftur um seg. Serliga Jón Jacobsen á vinstra vongi vísti stórspæl og við smáum detaljum hevði greitt tak á málverjunum hjá Kyndli.
Team Klaksvík valdi seinastu løtuna av fyrra hálvleiki at mansverja Miroslav Vladkov, og hetta pilkaði spælið hjá Kyndli fullkomiliga sundur. Teir høvdu trupult við at spæla seg ígjøgnum og í hinum endanum høvdu klaksvíkingar lætt spæl. Team Klaksvík var á odda 15-10 í hálvleikinum.

Comeback miseydnaðist
Í seinna hálvleiki helt Team Klaksvík fast í góðu gongdini frá fyrra hálvleiki. Við fýra málum á rað og støðuni 19-10 kundi dysturin verið avgjørdur, men Kyndil vildi tað øðrvísi. Við góðari hjálp frá einum reyðum korti til Team Klaksvík, kom Kyndil av álvara í gongd og eftir at hava verið aftanfyri 21-14 komu teir heilt upp á javnt 21-21. Hesa løtuna vardu teir Filip Jojic og klaksvíkingar formáddu sær einki í álopspartinum, meðan Kyndil hinvegin var flúgvandi og skoraði í hvørjum álopi. Serliga Høgni Klein Olsen á vinstra vongi stóð seg væl og skeyt fleiri mál.
Team Klaksvík fekk loksins aftur sett hol á málskjótingina og kom á odda 26-23. Tá hevði Kyndil hvørki orku ella tíð at svara aftur einaferð afturat, og Team Klaksvík vann dystin 27-24.
Við sigrinum leggur Team Klaksvík seg undir liðina á StÍF við 12 stigum. Team Klaksvík hevur tók leikt ein dyst færri. Kyndil verður verandi á aftasta plássi, nú við fýra stigum upp til Team Klaksvík og StÍF.