Team Klaksvík tvey sekund frá sigrinum

Hóast Team Klaksvík var á odda allan seinna hálvleik, so tryggjaði Finnur Hansson Neistanum eitt stig við útjavnandi máli, tá ið bara tvey sekund vóru eftir.

 

Team Klaksvík byrjaði dystin væl og kom skjótt á odda við tveimum málum, áðrenn Neistin tók sær um reiggj og stjól leiðsluna. Neistin varðveitti leiðsluna størsta partin av fyrra hálvleiki, men klaksvíkingar hingu í og vóru eina løtu á odda 9-8, áðrenn Neistin seinastu minuttirnar av fyrra hálvleiki aftur kom í gongd og tryggjaðu sær eina tepra 13-12-hálvleiksleiðslu.

 

Levi Nybo stóð sum ein brandur í Team Klaksvík-málinum dystin á tamb, og stundum var tað hann, sum helt teir undirmettu inni í dystinum. Seinna hálvleik var tað aftur Team Klaksvík, ið legði út sum eitt óløgi, og leingi megnaðu teir eisini at halda um leiðsluna, sum var tepur allan seinna hálvleik. Ikki fyrr enn tvey sekund vóru eftir, var tað Finnur Hansson, sum við einum dundurskoti javnaði fyri Neistan. 32-32 og eitt stig í part til Neistan og Team Klaksvík.

 

Sigast má, at hetta ikki gjørdist vendin upp á ivasomu gongdina hjá Neistamonnum, sum ikki spældu góðan hondbólt í dag.