Team Klaksvík spælir fyrsta árið í bestu mansdeildini í hondbólti, og liðið úr Klaksvík hevur havt tað sera trupult. Í teimum 15 fyrstu dystunum í kappingini tapti Team Klaksvík hvørjaferð, og málmunur var -194 mál.
Men í kvøld bragdaði umsíðir hjá Team Klaksvík. H71 var á vitjan í Badmintonhøllini í Klaksvík, og Team Klaksvík vann dystin 32-30.
Team Klaksvík hevur harvið vunnið síni fyrstu tvey stig. Framvegis er langur teinur upp til hini liðini. StÍF, sum er næstniðast hevur 9 stig.