Klokkan 20 í kvøld er lagt upp til ein spennandi dyst í Burn-mansdeildini.
Tá tekur sterka heimaliðið, Team Klaksvík sum er nummar fimm við sjey stigum móti H71, ið er nummar tvey við 11 stigum. Dysturin verður spældur í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Fyrr í ár koppaði Team Klaksvík hoyvíkingum, so spennandi verður at síggja um klaksvíkingar kunnu endurtaka hetta í kvøld.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Ljóðsamrøður við umboð fyri Team Klaksvík og H71 koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.