Lars Johansen frá Team Danmark hevur hugt nærri at ymiskum tølum hjá Páli Joensen. Niðurstøðan er at føroyingurin er heilt serstakur.
Pál Joensen er ikki bara serstakur tí hann svimur óvanliga skjótt. Hann hevur eisini nøkur óvanliga góð tøl, tá talan er um eitt nú hvílupuls.
Í sjónbandabrotinum undir greinini greiður Lars Johansen frá hvussu svimjararnir millum annað máta hvílupuls, umframt at teir gera ymiskar mátingar við hvussu leingi svimjararnir sova.
Tað er Jón Bjarnason, venjari hjá Páli Joensen, ið hevur gjørt upptøkuna og samrøðuna, sum liggur á Youtube.
Rás2 sigur frá, tá Pál Joensen leygardagin 28. juli klokkan 10.47, fer í hylin á fyrsta sinni í OL í London. Tað verður innleiðandi umfarið í 400 metrar frí svimjingini. Kemur Pál Joensen í finaluna, so verður hon klokkan 19.49 leygarkvøldið.









