Te: Hvítt 3/4

Hvítt te verjir allan kroppin, vísa fleiri kanningar ? eitt nú fyribyrgir teið ringan anda. Hvítt te hevur verið nýtt sum heilivág í fleiri árhundrað, men modernaða serfrøðingin hevur nústaðni funni út av, at te er tann optimala drykkin fyri heilsuna. Hóast bæði svørt og grøn te eru sunn, er hvíta teið tað, ið er minst viðgjørt og inniheldur flestar antioxidantir (evni, ið forðar oxidantum, ið skaða kroppin)

 

Tað eru nøkur serlig viðurskifti, hvít te er gott fyri. Orsaka av, at teið er so lítið viðgjørt, hevur tað eina størri mongd av føðievnum í sær enn grønt og svart te.

 

Sterkari beinagrind

 

Kanningar vísa, at fólk, ið regluliga drekka hvítt te, hava sterkari beinagrind, enn fólk, ið ikki drekka. Hvítt te hevur evni, ið arbeiðir ímóti osteoporosis (evni, ið viknar um beinagrindina) og arthritis (viknar um liðini og gevur pínu).

 

Bakteriur og virus

 

Hvítt te er natúrligi dreparin hjá bakterium og virusum. Antioxidantarnir eru so nógvir, at teir kunnu hjálpa allari imunverjuni í kroppinum. Hvítt te verjir ímóti vanligu influensurnar men kann eisini minka um hjáárinini av HIV.

 

Munnur og tenn

 

Hvítt te hevur eina lítla mongd av flor og onnur føðievni, ið gera tenninar sterkar og sunnar. Teið drepur eisini bakteriur, ið geva plakk, rotna tenninar og geva ringan anda.

 

Lesið meira á Te: Hvítt 1/4, 2/4 og 4/4.

 

Kelda: whiteteaguide