Útbyggja havnalagið fyri 8 miljónir krónur

Við útbyggingini fær Nes kommuna 95 metrar av atløgusíðu aftrat. – Tað er alneyðugt at bøta um atløguviðurskiftini, nú so nógv virksemi er við havnalagið, sigur formaðurin í teknisku nevnd, Súni í Hjøllum

Útbygging

Bygdaráðið í Nes kommunu hevur samtykt at útbyggja havnalagið á Toftum við 95 metrum av atløgusíðu. Atløgusíðan verður bygd frá ferjuleguni við Toftagjógv og norðureftir. Dýpið verður 7 og 8 metrar.
Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd í Nes kommunu, sigur, at kommunan hevur biðið um tilboð frá tveimum stórum byggifyritøkum, og úrslitið varð, at J&K Petersen fekk arbeiðið.

Komandi summar
- Tá ið atløgusíðan er gjørd, og økið uppi á landi er gjørt liðugt við asfaltering og øðrum, fer kostnaðurin av arbeiðnum at liggja um einar 8 mió krónur.
Hann sigur, at byggingin ætlandi byrjar fyrsta dagin, og væntandi verður nýggja atløgusíðan klár at taka í nýtslu komandi summar.
- Tað er so nógv virksemið á havnalagnum, at alneyðugt er at bøta um umstøðurnar hjá vinnulívinum á Toftum. Vit mugu ásanna, at virksemið á havnalagnum saman við tí, sum verður forvunnið á sjónum, er høvuðsgrundarlagið fyri inntøkuni hjá kommununi, sigur Súni í Hjøllum.

Skattainntøkan
Inntøkurnar hjá Nes kommunu hava verið góðar í ár.
- Vit mettu, at inntøkurnar fóru at vera 25,3 mió krónur, men nú árið er við at verða umliðið, bendir alt á, at talan verður um eina meirinntøku í ár upp á einar 2-3 mió krónur, sigur hann.
Inntøkurnar hjá Nes kommunu fyri komandi ár verða helst einar 28,2 mió krónur.
- Skattaprosentið fyri 2007 verður tað sama sum í ár, 20,5%, og barnafrádrátturin verður eisini hin sami, 4.500 krónur fyri hvørt barnið, sigur Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd, sum eisini er varaborgarstjóri.