Útbyggingarætlanir í Vágum

Arbeitt verður við ætlanum um at byggja ellis- og røktarheimið í Miðvági út til at hýsa 13 fólkum aftur at teimum 36, sum í løtuni búgva á heiminum

Kommunurnar í Vágum arbeiða við ætlanum um at byggja ellis- og røkttarheimið í Miðvági út við einum triðingi.
Eins og aðrastaðni er tørvurin á eldrarøkt í Vágum alsamt vaksandi. Arbeitt hevur verið við ymsum møguleikum til at loysa hendan spurningin, og kommunurnar í oynni eru hvør sær í ferð við at finna eina loysn, sum allar kommunurnar kunnu taka undir við.
Sandavágs Kommuna fer á bygdarráðsfundi í kvøld at viðgera málið, sum snýr seg um útbygging av ellis- og røktarheiminum í Miðvági.
Ein av hinum kommununum í Vágum, Sørvágs Kommuna, hevur havt málið til viðgerðar, og hevur tikið støðu við ávísum treytum, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági.
Hann sigur, at treytirnar eru, at hinar kommunurnar í oynni eisini taka undir við, at ein samlað loysn , sum umfatar alla eldrarøkt í oynni, verður funnin.
Ymsir møguleikar hava verið nevndir, men nú er tað komið til, at tað í fyrsta umfari helst verður farið undir at byggja ellisheimið út við trettan búplássum, sigur borgarstjórin í Sørvági. Byggingin skal gerast í forlongilsi av verandi bygningi móti Giljanesi, sigur hann.
Talan er um at byggja út, so pláss fæst fyri 13 fólkum afturat, sigur Eivin Jaocbsen, Kostnaðurin verðurmettur til góðar 17 milliónir, sum skal býtast út á kommunurnar í Vágum. Tó kann upp til helvtina av hesi upphædd fáast í stuðuli frá Almannamálaráðnum, sum letur ein hálva millión, tó í mesta lagi helvtina av íløguni, í stuðuli til slíka bygging.
Eivin Jacobsen sigur, at hann er fyri at fáa alt eldraøkið savnað undir ein hatt í oynni. Og tað er líkasum ein treyt fyri, at Sørvágs Kommuna er við til hesa útbyggingina, at arbeitt verður víðari við tí hugskotinum, sigur hann. Somuleiðis má arbeiðast fram í móti, at øll umsiting av økinum eisini verður felags fyri oynna, sigur hann. Tað ber ikki til, at hvør komuna sær skal umsita hetta í sínum lagi.