Útbygging av Tórsvølli fyri 34,8 miljónir

Fyri løtu síðani var tíðindafundur í FSF húsinum í Gundadali, har FSF og J & K Petersen skrivaðu undir sáttmála fyri útbyggingina av Tórsvølli.

 

Talan verður um eina útbygging fyri 34,8 miljónir krónur. Róin Schrøter, varaforseti í FSF skrivaði undir fyri FSF, og Steinolvur Petersen, stjóri skrivaði undir fyri J & K Petersen.

 

Talan verður um eina umfatandi umbygging, sum fer at geva 5.600 áskoðarapláss undir taki, eina stóra ítróttarcafé, og sum fer at gera umstøðurnar hjá FSF-umsitingini betur.

 

Undir greinini er ein kykmynd av tíðindafundinum, sum eisini vísir løtuna, tá Steinolvur Petersen og Róin Schrøter skrivaðu undir sáttmálan.

 

Undir greinini er eisini eitt ljóðbrot við einari samrøðu við Róin Schrøter og Steinolv Petersen.