Útbjóðing og mannagongdir

Tá hugt verður at gongdini í málunum um bygging av V&B skipi og sandoyarferju, so skuldi tú hildið, at landið ikki hevur bygt skip fyrr. So er sjálvandi ikki, men spurningurin er bert, hvar royndirnar frá skipa og ferjubygging eru farnar? Seinasti stóri nýbygningur hjá Strandferðsluni, Ternan, varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1980. Hendan uppgávan varð bjóðað út bæði í Føroyum og uttanlands, og uppgávan endaði í Føroyum. At arbeiðið verður bjóðað út uttanlands útilokar ikki bygging í Føroyum. Tað einasta ið krevst er, at landið ella reiðaríið greitt setur valkriterieni upp frammanundan, so øll mannagongdin er púra greið. Tað er harmiligt at síggja jánkasligu framferð landstýrisins í hesum báðum skipabyggingarmálum, tá ein hugsar um, at landið hevur handfarið slíkar uppgávur á rættan hátt fyrr.

Vit hava fyrr sett spurnartekin við royndirnar í nýggju miðfyrisitingini. Vanta royndir, so er tað enn meira týdningarmikið, at fólk duga at líta aftur um bak fyri at læra eitt sindur um, hvussu eigur at farast fram í eitt nú skipabygging, so djúpi tallerkurin ikki skal uppfinnast av nýggjum. Um tað roynda fólkið innan hetta økið ikki finst longur, so mátti eitt nú Vinnumálastýrið og Strandferðslan um ikki annað spurt hesi til ráðs viðvíkjandi ferjubygging. Persónligur stoltleiki má víkja fyri landsins besta, so skattgjaldarans peningur ikki verður brúktur uppá dýrtkeyptar royndir, sum eru gjørdar fyrr. Tey, ið sita og taka avgerðir í miðfyristingini og á ávísum stovnum eiga at minnast til, at tey ikki eru tey fyrstu til at traðka fótin á land í føroyskari almennari umsiting.


Størri almennar uppgávur eiga principielt at bjóðast út. Eru ávís fyrilit, sum eitt nú samfelagsliga virðið í, at skip vera bygd í Føroyum, so kunnu hesi fyrilit takast í útbjóðingarmannagondini. Man kann tilskila sær rætt til frítt at velja ímillum tilboðini, eins og eitt møguligt mark fyri prísmuni kann vera ásett frammanundan.


Almennar mannagongdir eiga at vera lættar at gjøgnumskoða. Útbjóðing av almennum arbeiðum er líka nógv ein sjálvfylgja sum tað, at stjórastørv í almennum partafeløgum verða lýst leys, áðrenn fólk verða sett. Í seinastini hevur ikki verið samsvar millum øll tey fínu orðini um innlit í almennar mannagongdir og veruleikan. Nú ætlar landsstýrismaðurin í vinnumálum at byggja ferju uttan at bjóða arbeiðið út. Fyri at vit ikki skulu misskiljast, so er tað sjálvandi best, um ein ferja verður bygd í Føroyum, men ein útbjóðing hevði givið eina ábending um tekniskt og kommersielt støði á tilboðum. Hesin munurin skal helst ikki verða ov stórur, men munin kennir landsstýrið ikki uttan so, at arbeiðið er bjóðað út.


Helst má leggjast á annan bógv fyri at koma hugburðinum til lívs, har gingið verður út frá, at alt verður gjørt fyri fyrstu ferð í almennu umsitingini. Vónandi hevur Finnbogi Arge lært av cost-benefit mistakinum, ið skaraði framúr við ongari tilvísing til drúgva føroyska tilfarið hesum viðvíkjandi, misskiljing av privat/alment og alt ov fáum fyrivarnum fyri cost benefit kanningum sum heild. At hettar tilfarið so er vorðið útgivið uttan rættingar kann ein so bert undrast á. Ferjumálið bendir á, at tørvur er á einari politiskari leiðslu, ið tekur sína ábyrgd í álvara og kemur tað, onkur nevnir »vit eru fyrstir at royna hettar ? hugburðinum« til lívs í miðfyrsitingini áðrenn allar almennar royndir eru farnar í gloymibókina og skulu gerast av nýggjum.