Tað skal seinnapartin venda rætta vegin bæði í Trongisvági og í Fuglafirði, um TB skal sleppa undan at flyta niður.
TB er á níggjunda plássi og trý stig og eitt mál aftanfyri ÍF. Um TB skal vinna seg upp á 8. Plássið, so er tað neyðugt hjá TB at vinna heimadystin ímóti 07 Vestur, og so skal B68 vinna øll stigini í Fuglafirði.
Tá ið TB fyri einum ári síðani vann uppflyting, varð tað ikki roknað við, at TB heilt fram til 27. umfar fór at hava møguleika at varðveita plássið í bestu deildini. Fyrstu umførini gekk tað av skriðuni, men síðani Tummas Erling Djurhuus tók við sum venjari, hevur talan verið um eyðsýnda menning,
Hjá TB kemur tað illa við, at Nikolei Johannesen er skaddur. Tað er ivasamt, um Rógvi Joensen verður førur fyri at spæla í dag.
07 Vestur er og verður nummar fimm. Felagið hevur vunnið 37 stig, og tað er met hjá 07 Vestur.
Høgni Egilstoft Nielsen og Jón í Horni Nielsen eru burturstaddir. Fýra spælarar eru so mikið darvaðir av skaðum, at tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla í dag. Teir eru Dánial Pauli Lervig, Janus Svabo Samuelsen, Jóhann Hansson Joensen og Uros Stojanov.