Tað sigur formaðurin í TB, Andre Dalfoss, við Sosialin í dag. Felagið hevur útpeikað ein venjara til starvið, men nøkur vikurskifti eru ikki komin upp á pláss.
Milan Kuljic var venjari í fjør, men hann heldur ikki fram í felagnum. Leiðslan í TB hevur funnið nýggja venjaran, men hann verður ikki settur fyrr enn miðskeiðis í jólamánaðanum.
- Tað eru nøkur viðurskifti, sum skulu koma upp á pláss fyrst. Vit vóna, at venjarin verður settur um tvær vikur, sigur Andre Dalfoss við Sosialin.
Andre Dalfoss metir ikki, at tað hevur havt nakra sum helst ávirkan á felagið, at tað ongan venjara hevur havt síðani kappingarenda.
- Vit hava ein dugnaligan ítróttarstjóra í Hans Fróða Hansen, sum hevur tikið sær av øllum, sigur formaðurin.
TB fer í ár at geva fleiri av ungu leikarunum møguleikan, men tað er óvist um Gilli Sørensen verður millum teirra. Hann var ein av stjørnuleikarunum farna kappingarárið, men okkurt bendir á, at hann er ávegis til HB.
Nenad Stankovic heldur ikki fram, meðan keldur hjá Sosialinum siga seg vita, Dmitrije Jankovic hevur spurt seg fyri hjá øðrum feløgum. Tí kann hugsast, at hann heldur ikki verður at síggja í felagnum.










