TB-venjarin: HB er greitt tað besta liðið (FM1)

(FM1) Hoyr Michael L. Winther, høvuðsvenjara hjá TB og viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen lýsa dystin HB-TB 4-1

##med2##

HB gjørdist fyrsta liðið í betrideildini í ár, ið skoraði meir enn trý mál móti TB, ið hevur vart manniliga í nógvum dystum.

TB reið stormin av í fyrra hálvleiki móti HB á Tórsvølli í kvøld. Men uppá 16 minuttir í seinna hálvleiki vóru tvørámenn skotnir í senk av HB. 

HB - TB 4-1 (0-0)

Daniel Johansen 1-0 (57.)
Mikkel Dahl 2-0 (62.)
Mikkel Dahl 3-0 (64.)
Hilmar Leon Jakobsen 4-1 (73.)
Ndende Adama Gueye (75.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther, ið heldur, at TB tapti móti tí greitt besta liðnum í betrideildini. Michael L. Winther hevur nú fokus á sera týðandi útidystin á Argjum komandi sunnudag. TB-venjarin sær tað ikki sum ein trupuleika, at TB júst nú hevur fitt av útlendingum. Góðir ungir spælarar eru á veg hjá TB, og er Michael L. Winther bjartskygdur um framtíðina. 

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum eitt gott HB-avrik í serliga seinna hálvleiki. HB hevur enn høvuðsfavorittleiklutin í FM-stríðnum sambært Teiti.

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum fimm málunum í dystinum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Daniel Johansen hjá HB. Teitur Joensen hevur B36 sum greiðan favoritt at vinna á Víkingi á Tórsvølli í morgin klokkan 16. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.  

(Samrøða: Michael L. Winther. Samanumtøka: Teitur Joensen)