TB venjarin er ovurfegin

Tað sást væl, at gestirnir høvdu vunnið eitt stig, og at heimaliðið hevði mist tvey stig

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og máltalvan framvegis vísti 0-0, sást tað væl, hvørjir vóru fegnir, og hvørjir vóru nipnir.

Víkingarnir hingu við høvdinum, meðan gestirnir av Tvøroyri høvdu hug at lyfta armarnar. Tað var ikki so undarligt, at gestirnir fegnaðust, tí í dag vunnu teir fyrsta stigið í ár.

-Vit ætlaðu okkum at vinna trý stig, men vit eru nøgdir við, at tað loksins eydnaðist at koma á talvuna. Okkara spælarar vístu sera góðan hugburð, og í løtum spældu teir væl. Bæði fyrstu løtuna og eisini fyrstu løtuna eftir steðgin, sigur TB venjarin Michael Winter, og hann leggur aftrat:

-Síðstu løtuna vóru vit undir øgiligum trýsti, og tá ráddi tað um at yvirliva, og tað eydnaðist.

Stóri trupulleikin hjá Víkingi er, at tað eydnast ikki at fáa hol á. Hetta var onnur ferðin, at Víkingur var favorittur, og at tað endaði 0-0. Fyrra ferðin var á Argjum. Ímóti NSÍ vann Víkingur 1-0. Einasta ferðin, at víkingarnir hava skorað fleiri mál var, tá ið teir vunnu 5-2 á heimavølli ímóti Skála.

Í fimta umfari fær Víkingur vitjan av B36, og TB fær vitjan av HB.