Eina viku undan steypafinaluni hjá kvinnum hittust finaluliðini bæði, Dráttur og TB, á Giljanesi, og tann dystin vann Dráttur sannførandi á føroyameistarunum. Tí var roknað við einari javnari og spennandi finalu í høllini á Hálsi leygardagin, men hóast Dráttur gjørdi eitt sprell við at vinna annað sett, so vann TB ein tryggan steypasigur.
Vágakvinnur nógvar nervar
Fyrsta sett gjørdist ongantíð spennandi. Tað var týðuligt, at spælararnir hjá Drátti vóru ógvuliga nervøsar, og kommunikatión millum leikararnar á liðnum var nærum ikki til staðar.
Hinumegin netið lá væl fyri hjá tvørakvinnum. Væl stuðlaðar av sínum ótrúligu viðhaldsfólkum, sum veruliga eiga eina tøkk fyri at seta sín heilt serliga dám á steypafinaluna, runnu tær Drátt um koll í fyrsta settinum. Áskoðarafjøldin hjá TB er nakað heilt serligt, og tað var stórt spell, at tey ikki vóru verandi til mansfinaluna, tí tá var rómurin í høllini als ikki tann sami, og tað sjáldsama hendi, at tað vóru færri áskoðarar til mansfinaluna enn til kvinnufinaluna.
Fyri at venda aftur til sjálvan dystin og fyrsta settið, so var nógv meiri bit í álopinum hjá TB enn hjá vágakvinnum. Nógv meiri vilji og kraft var í smashunum hjá TB, og tær dugdu sera væl at finna tómrúmini í móttøkuni hjá Drátti. Ikki minst lá væl fyri hjá Ingun Midjord, sum ferð eftir ferð fekk upplegg á miðjuni, sum hon langaði í gólvið hinumegin netið. Dráttur megnaði ongantíð at fóta sær í hesum settinum, og áðrenn tær vistu av, hevði TB vunnið settið 25-11!
Dráttur ger ein vørr
Fyrsta settið gav óivað vágakvinnum ein ordans hvøkk, og tað skal sigast, at tær megnaðu væl at reisa seg í øðrum setti, tá tær fingu munandi betur skil á spælið hjá sær. Hóast TB byrjaði settið betur, kom Dráttur spakuliga fyri seg, og tá so stóra stjørnan hjá Drátti, Nicolina Alter, kom fyri seg, kom Dráttur eisini fyri seg, samstundis sum TB ikki var eins sannførandi sum í fyrsta settinum.
Nú gjørdist dysturin knappliga ein heilt annar. Móttøkan hjá Drátti batnaði munandi, og servirnar sótu eisini væl. Settið tískil væl meiri spennandi enn tað fyrsta, og undirhaldsvirði hækkaði tilsvarandi.
Avgerðin í hesum settinum kom helst, tá ið støðan var 18-19 til Drátt. Næsti bólturin gjørdist ein sera long duell, sum vágakvinnur til endans vunnu og komu á odda 18-20! Hetta gav teimum neyðugu innspræningina til síðstu bóltarnar í settinum, og tær komu á odda 19-24, men TB vann næsta bóltin og so var 20-24. Men so servaði Winnie hjá TB bóltin út, og harvið hevði Dráttur tryggjað sær næsta settið, og støðan í settum var 1-1, og dysturin púra opin.
TB betur skipað
Í triðja settinum var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið. Tvørakvinnur høvdu alt settið munin á Drátti, og tað var týðuligt, at TB var væl betur skipað enn mótstøðuliðið. Tað tóktist sum um at spælararnir hjá TB vóru meiri greiðar yvir sínar uppgávur og sítt øki á vøllinum, meðan spælið hjá Drátti ofta var rættuliga óskipað.
Nú var liðskiparin hjá TB, Gudrid Nolsøe, eisini komin fyri seg eftir eina heldur trilvandi byrjan upp á finaluna, og tað gjørdi ikki støðuna verri hjá aldursforsetanum í føroyskum ítrótti.
Hjá Drátti hinvegin fór spælið aftur út av lagi. Alt ov nógv ábyrgd bleiv løgd á Nicolinu Alter, og hóast hon er ein framúr spælari, so megnar hon ikki at vinna finaluna einsamøll. Bróðurparturin av uppleggunum hjá Drátti vóru til Nicolinu, meðan hinar vóru statistar. Tað gjørdi ikki støðuna hjá Drátti betur, at hevingarnar hjá teimum alt ov ofta vóru nógv ov óneyvar, so at illa bar til at fáa ordilig smash ígjøgnum.
TB hevði leiðsluna alt settið sum tað var, og tað var eisini rættuliga sigandi fyri settið, at seinasti bólturin, ið vann TB settið, var eitt kiks frá Drátti. TB vann settið 25-16.
TB tryggjaði sær steypið til ognar
Í fjórða setti skifti spælið nokk so fitt. TB legði best út og legði seg greitt á odda, men Dráttur kom sterkt aftur. Liðini gjørdu skiftust um at gera nøkur hál og ogna sær eina trý til fýra stig á rað, men so hvørt sum settið leið, gjørdist tað truplari hjá Drátti at halda tørn við TB.
Tvørakvinnurnar tevjaðu gull, og samstundis fóru høvdini hjá vágakvinnunum at hanga. Stóra fjølbroytni í álopsspælinum hjá TB gjørdi eisini, at verjuspælið hjá Drátti bleiv alsamt meiri og meiri stressað, og nógvar misskiljingar vóru millum leikararnar. At Dráttur samstundis eisini fór at kiksa fleiri servir, kostaði teimum dýrt, og tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn TB-leikararnir og stóra áskoðarafjøldin av Tvøroyri kundu hevja armarnar í sigursrúsi.
TB var á odda 23-17, men Dráttur vann bóltin og roynt at verða at gera eitt síðsta sprell. Men ógvuliga hóskandi fyri gongdina í dystinum fór servin hjá Sólgerð út um vøllin, og harvið hevði TB ognað sær ikki færri enn seks dystarbóltar. Tað eydnaðist Drátti at verja fyri tí fyrsta av teimum, men í næstu royndini tryggjaði TB sær steypið til ognar. Tær svørtu og hvítu av Tvøroyri tóku ímóti servuni hjá Drátti, og uppleggið til Marinu Popovic sat har tað skuldi, og hon langaði bóltin umvegis blokkin hjá Drátti og heim. Harvið hevði TB vunnið fjórða settið 25-19, og finaluna 3-1 í settum. Steypið var á veg suður um fjørðin aftur, og nú kemur tað ongantíð norður aftur, tí TB hevur nú ognað sær tað!