2. deild
Tvørámenn áttu sum vanligt heimadyst á jóansøku, og stevnan mundi ikki gerast verri, eftir at dysturin var lokin.
TB hevur havt tungan sjógv higartil í kappingarárinum, og liðið hevur eisini partvíst verið í vanda fyri at flyta niður, men leygardagin bragdaði so annan heimadystin á rað.
Hesa ferð var tað Sumba, suim kom á vitjan, men hóast teir syðstu hava staðið seg betri í ár, so gjørdist tó skjótt greitt, hvønn veg tað skuldi bera.
TB legði nevnliga harðliga fyri, og tá fyrri hálvleikur var lokin, vóru teir tvey mál framman fyri mótstøðuna. Málskjúttar vóru gamla kempan, Jón Johannesen og so jugoslaviski Mancic.
Í seinna hálvleiki eydnaðist tað Baja at minka um munin fyri sumbingar, men gleðin var tó stokkut, tá Jón Johannesen enn eina ferð var á blettinum, og endurreisti tvey mála leiðsluna hjá heimaliðnum.
Nakað seinni minkaði Eirikur Joensen um munin, men nærri enn tað sama komu sumbingar ikki sigrinum, og mistu teir harvið møguleikan at fylgja við oddinum. Talan er tó bert um trý stig upp, so uttan møguleika eru sumbingar á ongan hátt. Komandi vikuskifti skulu teir royna seg móti B36, og her hava sumbingar nakað at hevna. B36 fekk nevnliga øll stigini við sær av Krossinum í fyrsta umfarinum.
Tvørámenn eiga tá aftur heimadyst, og spennandi verður at vita, um teir triðja heimadystin á rað kunnu fáa fulla úrtøku, tá KÍ kemur á vitjan.
TB-Sumba 3-2 (2-0)
1-0: Jón Johannesen
2-0: Zoran Mancic
2-1: Spasojé Biberdzic
3-1: Jón Johannesen
3-2: Eirikur Joensen