TB vann í høvuðsstaðnum

Tað eydnaðist seinnapartin TB at fáa øll trý stigini, tá tvøramenn vitjaðu hjá næstbesta liðnum hjá HB. Úrslitið gjørdist 2-1.

Tríggir minuttir vóru leiktir, tá TB var á odda við tveimum. Fyrst stýrdi Mortan úr Hørg bóltin í egi mál, áðrenn Gilli Sørensen minuttin seinni økti um leiðsluna. Í seinna hálvleiki minkaði Tony Rasmussen um munin fyri HB.

TB hevur fingið eina frálíka byrjan á kappingarári 2009. Seinasta vikuskifti vunnu teir 4-2 á eykaliðnum hjá NSÍ, og skírisdag sendu teir B36 úr steypakappingini.

 

HB ? TB 1-2 (0-2)

0-1: Sjálvmál

0-2: Gilli Sørensen

1-2: Tony Rasmussen