TB vann á Eiði við einum disiplineraðum avriki (FM1)

(FM1) Hoyr heimildarmannin hjá FM1, Teit Joensen, Høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen og Poul Ingason hjá TB lýsa sigurin hjá TB á Eiði

##med2##

TB vann ein sera góðan 2-0 sigur á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði í dag. Ndende Adama Guéye legði TB á odda tá eitt korter var farið av dystinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti John Villi Leo sigurin hjá TB. 

Heimildarmaðurin hjá FM1, Teitur Joensen heldur, at TB hevði dystin har teir vildu hava hann. EB/Streymur hevði bóltin nógv, men TB vardi væl og vóru vandamiklir í umstillingunum. TB vann aftaná eitt disiplinerað avrik á Eiði.

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen staðfestir, at EB/Streymur fekk ov lítið burturúr leikligu yvirvágini, og hann ásannar, at EB/Streymur framvegis er partur av botnstríðnum, og tí verður at stríðast fyri at fáa stig aftur: - Teir vóru effektivir, og tað vóru vit ikki, sigur Jákup Martin Joensen. 

Poul Ingason hjá TB hevur ikki ilt av, at EB/Streymur hevði bóltin væl meir enn TB, tí TB var best tá tað kom til at fáa mál, og tí kunnu tvørámenn fara fegnir umborð á Smyril við trimum stigum: - Teir høvdu kanska bóltin, men teir fingu ikki nakað serligt burturúr, sigur Poul Ingason. Vit høvdu tak á tí, tá ið teir royndu seg við longum sendingum. Tað var sera týdningarmikið, tá ið Ndende eftir eitt korter hevði lagt okkum framum. Í seinna hálvleiki høvdu vit fleiri góðar møguleikar í skjótum mótálopum, og tað eydnaðist John Villi Leo Vøldike at økja til 2-0, greiðir TB-liðskiparin frá. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar verturin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Teit Joensen, Jákup Martin Joensen og Poul Ingason. 

(Samrøður við Teit Joensen, Jákup Martin Joensen og Poul Ingason)