TB væl fyri í silvurstríðnum

TB vann tryggan sigur, tá SÍ vitjaði. Og í botninum av kvinnudeildini er Mjølnir nú niðasta liðið

Flogbóltur

Sørvágskvinnurnar tykjast fullkomuliga at hava mist luftina, nú endaspurturin í flogbóltskappingini av álvara skal setast inn. Seinastu tvær vikurnar er annað plássið, sum tær hava sitið á gjøgnum størsta partin av kappingarárinum, broytt til eitt fjórða pláss. Og sunnudagin fingu tær enn eina staðfesting av, at tað verður sera trupult at røkka heiðursmerkjum.
Í Trongisvági var nevnliga eingin ivi, tá SÍ var á vitjan. TB vann ein tryggan 3-0 sigur, sum at kalla ongan tíð var í ítøkiligum vanda. Sigurin ber við sær, at TB nú er hampuliga trygt á øðrum plássi í landskappingini.
í botninum av talvuni var eisini uppgerð, tá Mjølnir var á vitjan hjá KÍF. Her fekk KÍF eitt bjargingarbelti, tá tær fyri tveimum vikum síðani bastu SÍ, og tær syrgdu eisini fyri, at Mjølnir nú er niðasta liðið í deildini. Talan var tó um ein sera javnan og spennandi dyst, har fimm sett skuldu til, áðrenn ein vinnari var funnin. Mjølnir tóktist annars hava vissað sær tað so týdningarmikla sálarliga yvirtakið, tá tær nær sagt knústu alla mótstøðu til viks í fjórða settinum. Men munurin var tó ikki meira enn so, at Dráttur tók fimta og avgerandi setti eins trygt.
Hjá monnum varð ein dystur spældur mánakvøldið. Her eydnaðist ÍF at vinna eitt sett, tá Fleyr var á vitjan, men nóg mikið til veruliga at hótta oddaliðið var hetta tó ikki. Her er Fleyr enn einsamalt á odda, men SÍ kann tó hótta, um teir raka rætta formin seinastu týdningarmiklu dystirnar.

Úrslit
Meistaradeild kvinnur
KÍF-Mjølnir3-2 (22-25, 25-22, 26-24, 11-25, 15-7)
TB-SÍ3-0 (25-21, 25-18, 25-21)

Meistaradeild menn
ÍF-Fleyr1-3 (18-25, 22-25, 27-25, 13-25)