Annað vikuskiftið á rað er TB komið norður um. Hesa ferð eru tvøramenn í Sørvági, og eftir 3-0 tapi í Klaksvík hava teir nýtt álopsvápn við sær í Vágum. Talan er um bretan Nicholas Ferenc Diverdics, sum hevur vant í Trongisvági í nakrar vikur. Hann verður mettur at vera styrkur til álopið, og nú er spæliloyvið komið upp á pláss.
Sambært tb.fo so er ætlanin, at hann skal vera bindiliðið millum miðvøllin og Poul Ingason, sum er fremsti maður hjá TB.
Bæði í TB og 07 Vestur verður sagt, at allir spælararnir eru tøkir.
Felags fyri bæði liðini er, at tey í fyrsta umfari løgdu rygg til stórtap á útivølli, og at tey løgdu verjukent fyri. TB tapti 3-0 í Klaksvík, men tvøramenn iðra seg um, at teir í 1. hálvleiki ikki kendu sína vitjunartíð í snarálopum.
Í 07 Vestur endurvaldu tey sunnudagin alla nevndina. Heðin Jørgensen heldur fram sum formaður. Hinir nevndarlimirnir eru Jarnhold Nattestad, Eivin Jacobsen, Jim Sonni Guttesen, Fróði Heri Poulsen og Jón Nordendal.
Á ársaðalfundinum var semja um, at málið er at halda tørn um plássið í bestu deildini. Sigur ímóti TB á Dungasandi hevði verið kærkomin fyritreyt at røkka tí málinum.
07Vestur-TB: Eiler Rasmussen. Í dag klokkan 16.00.