6. umfar í Effo deildini er á skránni hetta vikuskiftið. Í gjár vann KÍ 3-2 á heimavølli ímóti NSÍ. Hinir fýra dystirnir verða spældir í dag.
Tá ið TB í dag fær vitjan av ÍF, so verður dysturin spældur á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági. Loyvisnevndin hjá FSF hevur givið loyvi til, at besta TB liðið, sum higartil í ár hevur havt heimavøll á Vágseiði, nú fær heimavll á nýggja vøllinum.
Víkingur eigur heimavøll ímóti FC Suðuroy. Tann dysturin verður spældur í Fuglafirði, tí teir arbeiða við at skifta graslíki í Sarpugerði. Fyrsta bríkslið í Fuglafirði verður klokkan 16 og ikki klokkan 15, sum annars plagar at vera tíðin fyri dystarbyrjan, tá ið Víkingur er á heimavølli.
Meistararnir í B36 fáa vitjan av B68, og stórdystur verður við Margáir, har EB/Streymur fær vitjan av HB. Hesi bæði liðini skulu um nakrar vikur stríðast um finalupláss í steypakappingini.
Effodeildin í dag:
B36-B68: Dagfinn Forná kl. 15.00
TB-ÍF: Georg N. Rasmussen kl. 15.00
Víkingur-FC Suðuroy: Alex Troleis kl. 16.00
EB/Streymur-HB: Lars Múller kl. 15.00