1. deild: Tvøramenn eru á veg suður við 3-2 sigri á FC Hoyvík. Tað eydnaðist bæði TB at vinna fulla úrtøku. TB vitjaði FC Hoyvík á niðara vølli í Gundadali. FC Hoyvík spælir í svørtum troyggjum, og tí vóru tvøramenn í dag í grønum troyggjum.
Men tað tóktist ikki bila, hóast svørtu og hvítu stríputu troyggjurnar ikki vóru við.
TB vann 3-2, eftir hálvleiksstøðuna 2-1 til TB.
Eyðun H. Højgaard legði heimaliðið á odda við brotssparki. Tá var eitt korter farið, og fýra minuttir seinni javnaði miðverjin Dmitrije Jankovic. Tórur Mortensen legði TB framum dygst undan steðginum, og Aron Sørensen økti miðskeiðis í 2. hálvleiki um leiðsluna til 3-1.
20 minuttir undan leikloki kom spenningur í aftur, eftir at Tony Rasmussen hevði minkað um munin til 3-2. Tað eydnaðist TB at halda tørn. Hetta var triðja ferðin á rað, at TB vann fulla úrtøku.