Tað gongur framúr væl hjá VB/Sumba, sum eftir 2-0 sigurin framvegis hevur fulla úrtøku. Leygardagin verður avbjóðingin hjá VB/Sumba stór, tí tá skal oddaliðið spæla í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB.
TB tapti fyri aðru ferð á rað, og nú er TB ikki á uppflytingarplássi. Leygardagin eigur TB torføran lykladyst á Argjum.
07 Vestur er nýtt lið á uppflytingarplássi. Í kvøld vunnu vágamenn 8-1 á heimavølli ímóti Víkingi, sum fyri aðru ferð í ár tapti 8-1 á útivølli. Hitt stórtapið var á Argjum.
AB heimasigurin á NSÍ ber við sær, at AB er farið at nærkast oddaliðunum. Eftir 3-0 sigur á Svangaskarði telist HB millum tey fremru liðini.
KÍ vann í kvøld fyri triðju ferð á rað, og nú eru klaksvíkingar - fyribils í hvussu so er - slopnir leysur úr botninum. Hóast stórtapið í Sørvági er Víkingur framvegis leyst av botninum, har tað er kapping millum EB/Streym, B68 og NSÍ um at sleppa undan niðurflytingarplássunum.
VB/Sumba og 07 Vestur 15 stig
TB 12 stig
HB 10 stig
AB og KÍ 9 stig
Víkingur 7 stig
B68 og EB/Streymur 3 stig
NSÍ 0 stig
EB/Streymur hevur spælt sjey dystir, TB, 07 Vestur og HB hava spælt seks dystir, og VB/Sumba, Víkingur, AB, KÍ og B68 hava spælt fimm dystir.
Leygardagin 10. mai
AB-TB
HB-VB/Sumba
KÍ-Víkingur
B68-07 Vestur
EB/Streymur-NSÍ