Botndysturin sunnudagin varð útsettur, tí beiggi málverjan hjá EB/Streymi doyði í syndarligu ferðsluvanlukkuni í Klaksvík leygarnáttina.
EB/Streymur bað um at fáa dystin útsettan, og sambært formannin í kappingarnevndini, Karl Vidtfeldt, so vóru tvørámenn beinanvegin við uppá hetta. Hetta tænir TB til miklan sóma. Teir høvdu annars undan vikuskiftinum fingið spæliloyvini hjá fleiri útlendingum henda vegin. Nú vóru hesir í Føroyum, uttan at tað bar til at fáa endamálið við ferðini avgreitt.
Kappingarnevndin hevur nú gjørt av, at útsetti dysturin á Eiði skal spælast mikudagin 31. juli. Tað vil siga, at tvørámenn skulu í fýra dagar tvær ferðir norður um at spæla landskappingardystir.
11. umfarið í landskappingini verður spælt sunnudagin 4. august. Tá verður spælt soleiðis: VB?EB/Streymur, B68?TB, KÍ?HB, B36?Skála og GÍ?NSÍ.