TB tapti í Klaksvík

Í góðveðrinum í Klaksvík seinnapartin í dag eydnaðist tað næstbesta KÍ liðnum at vinna fyrstu stigini í ár. KÍ hevði vitjan av TB, og heimaliðið vann 1-0. Málið stútaði Álvur F. Christiansen eftir horna, tá ið 2. hálvleikur var eitt stórt korter gamal.

TB skifti í vikuni venjaran Jan Nielsen út við Milan Cimburovic. Talan gjørdist ikki sum so kallaðu venjaraeffektina í fyrstu royndini hjá nýggja venjaranum.

1. hálvleikur var leikliga javnar. TB legði bragdliga fyri eftir steðgin, men eftir at KÍ hevði fingið mál, hevði heimaliðið fleiri møguleikar. Serliga eftir at ein av TB spælarunum var rikin av vølli.