Nú hevur TB spælt tríggjar landskappingardystir. Allir hava verið á útivølli. Tann triði var í dag í Hólmanum á Eiði. Úrslitið var 2-1 til EB/Streym. Harvið hevur TB tapt allar tríggjar dystirnar, men avrikið og úrslitið í dag vístu, at tað gongur rætta vegin. Liðið var betur skipað, enn tað hevur verið, og í seinna hálvleiki var tað í longum løtum TB, sum trýsti fyri at javna.
Gilli Rólantsson Sørensen var fyri fyrstu ferð, síðani hann flutti úr Noregi og aftur í barndómsfelagið, á TB liðnum. Hann var vongverji í høgru og ikki so sentralp laseraður og framrættaður, sum tað vóru fleiri, ið høvdu roknað við.
Higartil í ár hevur liðformaðurin Poul Ingason verið miðverji. Í dag var hann fremsti maður. Hann var væl ansaður av Mikkjal Hellisá, men tað var Poul Ingason, sum átti uppleggið, tá ið Samudeen Musah javnaði til 1-1. Tá vóru 20 minuttir farnir.
Miðverjin Mikkjal Hellisá var tað, sum legði EB/Streym á odda longu í fjórða minutti. Talan var um hornaspark úr høgru. Miðvallarin Rógvi Egilstoft tamdi bóltin eitt sindur til vinstru í brotsteiginum og legði so inn fyri aftur málið, og har var tað miðverjin Mikkjal Hellisá, sum við høvdinum setti bóltin í málið.
Fimm minuttir undan steðginum legði EB/Streymur seg aftur á odda. Tað vóru tveir av nýggju monnunum á besta liðnum hjá EB/Streymi, sum vóru við í málinum. Vongverjin í vinstru, Virgar Jónsson, sendi innfyri úr vinstru, og mitt fyri málinum var Rani Hansen leysur og stýrdi við høvdinum bóltin í málið.
Hetta var fyrsta málið hjá Rana Hansen í landskappingini, síðani hann í vetur flutti úr Víkingi og í EB/Streym. Hann plagdi at skora nógv mál fyri næstbesta liðið hjá Víkingi, og nú var hann fyri fyrstu ferð málskjútti á besta liðnum hjá EB/Streymi.
EB/Streymur og venjarin Sigfríður S. Clementsen arbeiða við at menna nýtt lið. Úrslitini siga, at tí gongur tað væl við. Liðið hevur vunnið á heimavølli ímóti AB og TB og so tapt 1-0 í Klaksvík.
Mikukvøldið fer TB loksins at spæla á heimavølli. Tá verður HB gestur við Stórá í Trongisvági, og tá fer EB/Streymur at spæla í Fuglafirði.
EB/Streymur – TB 2-1 (2-1)
1-0: Mikkjal Hellisá
1-1: Samudeen Musah
2-1: Rani Hansen
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Bergur Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Virgar Jónsson – Dánjal Godtfred, Bogi Reinert Petrersen, Rógvi Egilstoft – Rani Hansen, Gutti Dahl-Olsen, Markus Hellisdal
TB: Anders Hoff – Gilli Rólantsson Sørensen, Chris Jastrzembski, Musah Armah, Samudeen Musah – Markus Thorberg, John Villi Wøldike Leo, Salmundur Bech – Jens Erik Bruhn, Poul Ingason, Andreas Midjord