TB tók 6 av 8 gullmerkjum

Stór flogbóltskapping hevur í vikuskiftinum verið á Tvøroyri, hetta var kapping fyri yngri lið, tað er gentir og dreingir í bólkunum 10, 12 og 14 ár, umframt eisini kvinnu og mansunglingar

Kappingin var sera væl fyriskipað, og við Føroya Banka sum stuðli, skipaðu TB fyri einari sera væleydnaðari kapping, ið øll kunnu vera glað fyri.


Styttri enn vanligt

Kappingin var soleiðis skipað, at hon ikki innibar, teir vanligur reglurnar í flogbólti. Ístaðin fyri at spælt varð til best av fimm settum, varð spælt til best av trimum settum í hvørjum dysti, og hetta stytti munandi um dystirnar. Á hendan hátt var møguleiki fyri at avgreiða so nógvar dystir sum møguligt, og varð kappingin eisini á hendan hátt meiri áskoðaravinarlig.


Nógvir áskoðarar

Nógv fólk varð komið saman í hallunum báðum, tó serliga inni í Trongisvági, har hølisviðurskiftini eru framúr góð til slík tiltøk. Hetta høvið nýttu nógv fólk og har vóru hjálparfólk í hópatal, umboð fyri kommununa, stuðlar og onnur.

- Samanum tikið er tað stak hugnaligt at fyriskipa eitt slíkt tiltak her suðuri, tí tað eru ein ørgrinna av hjálpandi hondum klárar, alt fyri eitt at hjálpa, bæði í skapi av foreldrum, fyriskiparum, stuðlum, kommunulimum og mongum øðrum. Tá so mong eru til reiðar at taka eitt tak saman, tá gerst tað lætt sum eitt spæl. Og saman við sera góðum hølisviðurskiftum, fer alt upp í eina hægri eind, metir Otto Gram, ein av venjarunum í TB-Flogbólti


Merkt av frámelding

Fleiri lið, ið høvdu meldað lið til kappingina, komu ikki suður, og millum annað valdi Dráttur at trekkja øll síni lið aftur. Hesi grundgóvu at veðrið fór væntandi at verða ov ringt til at koma suður. Hetta metir ein av fyriskiparunum av kappingini vera sera óheppið, tí ættin er tann besta ættin fyri ferðing um suðuroyarfjørð.

Hetta hevði við sær at kappingin var eitt sindur merkt av umrokeringum og ymsum, ið sovorðnum til hoyrir, men samanumtikið var tað ein sera væl fyriskipað kapping, ið øll, sum møttu upp, munnu vera glað fyri.


Góð úrslit hjá TB

Í teimum átta kappingargreinunum, kappast varð í, stóðu aloftast eitt lið hjá TB, ovast á heiðursmerkjaskamlunum, og sigur Otto Gram seg vera sera fegnan um hetta. Hann sigur annars at TB tey seinastu mongu árini, nærum altíð hevur havt sterka umboðan á kvinnusíðini, men hann sigur seg nú vera sera spentan, at fylgja dreingjaliðum felagsins, tí har er nógv í væntu hjá hesum dugnaligu unglingum.

Serliga fegin er hann um silvurheiðursmerkini hjá mansunglingum og gullmerkini hjá kvinnuunglingum, tí hiðani verður framtíðin bygd. Tað vera hesi, ið fara at ímynda framtíðar flogbóltin á Tvøroyri og í Føroyum.


Eftirmeting

Otto Gram sigur seg vera ovurhonds fegnan yvir at tað gekk so væl í vikuskiftinum.

- Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava vit í TB- flogbólti fingið teldubrøv, har ymisk lið hava takkað fyri góða kapping og góð upplivilsir. Millum annað varð skrivað, at børnini vóru glað og stolt av at hava verið við á Tvøroyri, sigur Otto, og leggur afturat, at hann er sera spentur um FM-finalurnar, í yngru deildunum, ið verða spældar á Tvøroyri, 22. mars í komandi ári.

- Hesar finalur koma at verða spældar í optimalum umstøðum á Tvøroyri, og vit gleða okkum til at taka ímóti finalistunum og vónandi mongu áskoðarum teirra, sigur hann

FM-finalistarnar hjá gentum og dreingjum í bólkinum 14 ár, umframt kvinnu og mansunglingar, skulu fyri fyrstu ferð spæla finalur á sama gólvi, ið nýtt verður til árligu flogbóltsfinalurnar í februar, hjá teimum vaksnu, og hetta fer at ganga fyri seg á Tvøroyri tann 22. mars.

Hesir finalistar verða allir funnir, tá liðini bresta saman í FM-kapping fyri yngru deildir, tann 1. mars.


Í Faktaboks:


Úrslitini frá Føroya Banka kappingini á Tvøroyri


Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3



Gentur 10 ár: TB a KÍF a KÍF b



Gentur 12 ár: TB a TB b KÍF a



Gentur 14 ár: Fleyr a TB a KÍF a



Kvinnuungl.: TB SÍ KÍF



-----------



Dreingir 10 ár: TB a TB b TB c



Dreingir 12 ár: TB SÍ



Dreingir 14 ár: TB b TB a



Mansungl.: SÍ TB a TB b