Ungi Johan Eivind spælur við TB komandi kappingarár, og er hann ikki heilt ókendur á Tvøroyri, tí TB venjarin Krzysztof Popczynski, kennir væl hendan evnaríka unga leikaran, og vinarlagið teirra millum hevur óivað verið við til at fingið sáttmálan undirskrivaðan.
Johan Eivind sleppur ivaleyst at fáa meira spælitíð í TB, enn hann hevði fingið í HB í ár, so tað er ein »win-win« støða hjá feløgunum báðum.
Tað hoyrist av Tvøroyri, at fólk er ómetaliga glað fyri at felag teirra hevur fingið fatur á einum so evnaríkum leikara, sum Johan.
- Fólk eru glað fyri at hann er komin til felagið, og eisini sera spent uppá at síggja hann í svart/hvíta stríputa TB búnanum, sigur ein nevndarlimur í TB fyri portal.fo í kvøld.
Sum tað skilst á prátinum við nevndarlimin í TB, er tað ein liður í at menna hópin, so at felagið kann hava ein so breiðan hóp, sum yvirhøvur til ber.
- Kappingin um uppflyting verður alt annað enn løtt í ár, og vit mugu royna at hava ein breiðan og góðan hóp, har ein rúgva av leikarum koma at hava ein týdningarmiklan leiklut í kappingarárinum, sigur nevndarlimurin í TB at enda.
TB hevur annars, eins og øll onnur lið, verið í holt í fyrireikingunum til kappingarárið í eina tíð nú, og eisini hava teir spælt nakrar venjingardystir. Millum annað spældu teir herfyri venjingardyst í Vági móti VB/Sumba, og haðani fór TB avstað við einum 2-1 sigri í skjáttuni. Ivaleyst gott fyri sjálvsálitið á teimum ungu garpunum á Tvøroyri.