TB-studio sigur frá dystinum millum Víking og TB

Útgerðin sum kringvarpið vanliga brúkar í GÍ-húsinum í Sarpugerði í Norðragøtu fór illa í eldsbrunanum hóskvøldið.

 

Tískil fer kringvarpið í dag klokkan 15 at siga frá dystinum millum NSÍ og ÌF við Løkin í Runavík. Annars var ætlanin, at kringvarpið skuldi siga frá dystinum millum Víking og TB í Sarpugerði.

 

Men tey ið ynska eina spennandi frásøgn frá dystinum millum Víking og TB verða ikki við skerdan lut.

 

Á heimasíðuni www.tb.fo fara teir hittinorðaðu og bersøgnu frásøgumennirnir, Niels Petersen og Helgi Eidesgaard at siga frá dystinum millum Víking og TB, sum eisini byrjar klokkan 15.