TB steðgaði upp aftaná 2-0 málið hjá Skála (FM1)

(FM1) Skála-venjarin, Eyðun Klakstein og Stefan Radosavljevic eru samdir um, at við 2-0 gekk bara ein veg

Skála kom í gongd í Betrideildini við einum 2-0 heimasigri ímóti TB. Málini komu í 23. og 27. minutti, og vóru tað donsku spælararnir, Søren B. Nielsen og Ronny Møller-Iversen sum syrgdu fyri málunum.

 

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein og áleyparin hjá TB, Stefan Radosavljevic eru samdir um, at tá støðan gjørdist 2-0 gekk bara ein veg.

 

Fyri Stefan Radosavljevic er talan um vónbrot, at TB ikki beit meira frá sær í dag. Eyðun Klakstein er glaður fyri sigurin, men hann er ikki nøgdur við, at Skála ikki fekk betri úrtøku burturúr dystinum í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar sum vóru við Eyðun Klakstein og Stefan Radosavljevic í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1.