TB spælir fyri lívinum

Hóast fuglfirðingar hava skemtað við gøtumenn um alt annað, so siga teir seg ætla at gera alt fyri at varðveita sætta plássið

ÍF-TB
Í gjárkvøldið fóru tvørámenn enn eina ferð norður um fjørðin í fótbóltsørindum. Ferðirnar hava verið nógvar í ár, og í TB gleða teir seg til at fáa frí frá fótbóltsferðingini. Men teir høvdu einki havt ímóti, at talan kanska gjørdist um eina ferð afturat norðureftir.
 - Hjá okkum er einki sum eitur. Tað er alneyðugt hjá okkum at fáa stig í Fuglafirði. Um tað eydnast at vinna, kunnu vit enda á 8. plássinum. Tað er ynskistøðan. Men okkara endastøða er eisini treytað av, hvussu tað fer at hilnast hjá GÍ og VB. Málið er í fyrstu atløgu at sleppa av aftasta plássinum. Um vit fáa stig í Fuglafirði, og úrslitini aðra staðni laga seg soleiðis, at vit skulu spæla um plássið í deildini, so fara vit at taka tað sum gott úrslit, sigur 37 ára gamli TB veteranurin Jón Johannesen.
 Umhugsar tú at gevast?
 - Tað hevur verið sera áhugavert at vant og spælt í ár, og í løtuni er tað ikki at gevast, sum liggur fremst í huganum. Eg haldi, at okkara avrik hava verið væl betri enn til niðurflyting. Eina ferð man fara at gleppa. Vónandi verður tað nú. Vit sóu, hvussu tað eitt nú var hjá Skála. Teir stríddust í fleiri ár fyri at sleppa undan niðurflytingini, og nú er teir við í FM stríðnum.
 Jón Johannesen sær møguleikan at vera góðan fyri, at teir í kvøld kunnu fara suður aftur á øðrum enn aftasta plássinum.
 - Um vit skulu meta út frá úrslitunum higartil, so eigur tað at vera ógvuliga lítið sannlíkt, at Skála missir stig á heimavølli móti GÍ. Hvussu tað kann fara at laga seg í Vági, har EB/Streymur fer at vitja, er kanska meiri opin spurningur. Men framvegis er tað soleiðis, at tað fyrst og fremst er upp til okkum at fáa stig. Um tað ikki eydnast, so fer tað einki at nytta, hvussu tað fer at ganga aðra staðni.
 Fuglfirðingar og gøtumenn hava støðugt spæl gangandi, har tað ikki er frítt, at teir í fótbóltshøpi arga hvønn annan. Í mong ár hava gøtumenn verið omaná, og tað vóru teir eisini á Ólavsøku, tá ið teir vunnu Løgmanssteypið móti ÍF. Nú eru tað fuglfirðingar, sum hava fatur á langa endanum, og tað kann væl fara at vísa seg, at úrslitið í Fuglafirði fer at verða avgerandi fyri, um tað verður TB ella kanska GÍ, sum fer at flyta beinleiðis niður.
 - Kanska hava fuglfirðingar eisini hesa seinastu vikuna argað teir eitt sindur. Men eingin ivi skal vera um, at vit ætla okkum at dríva á í dag. Málið er at varðveita sætta plássið. Um tað lagar seg illa, so er møguleiki fyri, at vit fara at detta niður á áttanda plássið. Tað ætla vit okkum ikki.
 Tað sigur ÍF miðvallarin Høgni Zachariasen. Hann er tann einasti á ÍF liðnum, sum hevur verið á liðnum í øllum landskappingardystunum í ár.
 - Vit hava so at siga vant út í eitt síðani fyrst í januar. Málið var at stabiliserað okkum mitt í deildini. Sætta plássið er ikki heilt nóg gott. Vit løgdu væl fyri, men so vóru tað ov nógv umfør, tá ið vit fingu ov lítið burturúr. Nú fram móti endanum hevur tað aftur hilnast hampuliga væl.
 Í Fuglafirði eru allir teir tøkir, sum spældu í Runavík síðsta sunnudag. Spurningurin er eitt nú, um Bartal Eliasen, sum í Runavík var á beinkinum í 1. hálvleiki, hesa ferð verður millum teir fyrstu ellivu.