Tvøroyrar Bóltfelag hevði í kvøld aðalfund, og tað stóð longu greitt undan aðalfundinum at formaðurin, Andre Dalfoss, ikki fór at taka við endurvalið. Tað var sostatt var lagt upp til at nýggj starvsnevnd skuldi setast saman, skrivar heimsíðan hjá felagnum.
Fyrsta punkt á dagsskránni var val av orðstýrara, og fall valið á Jóhan Petur Olgarsson. Síðani kom roknskapurin fyri 2012, ið skuldi góðkennast av frammøttu limunum.
Roknskapurin fyri 2012 var lagdur fram fyri uppmøttu limunum og bleiv hann góðtikin. Orsøkin til at talan er um roknskapin fyri 2012 er, at roknskaparárið hjá Tvøroyrar Bóltfelag fylgir álmannakkanum.
Fráfarandi formaðurin greiddi frá árinum sum heild, og tók saman um bæði tað fíggjarliga og fótbóltsliga, seinni takkaði hann eisini fyri seg og tíðina sum formaður í felagnum.
Nýggj fólk vald
Starsnevndin sum áður var mannað av Andre, formann, Palla, varaformann, Eyðdis, peningarøkil, og Eyðhild, skrivara, verður nú mannað av Jens Róa Sørensen, Armgarð Sørensen og Palla Eysturberg, sum sostatt var einasti sum tók við endurvalið. Skrivarin verður valdur seinni. Nevndin skipar seg sjálva.
Í fótbóltsnevndini stóð tað eisini til eina broyting. Kim Roest og Jan Ole Farstad tóku við endurvalið, sum teir einastu í fráfarandi nevndini. Fyrrverandi nevndin var hendan: Kim Roest, Dánjal Olsen, Kári Dann Niclasen og Jan Ole Farstad.
Nýggja nevndin verður mannað av: Danjal Eli West, Poul Erik Smedemark, Kim Roest, Jan Ole Farstad og Mortan Enni. Nevndin skipar seg sjálva.
Aðalfundurin var væl møttur, og tað var í mun til fyri nøkrum árum síðani ongin trupulleiki at fáa fólk at mannað nevndirnar. Nágreiniliga hvussu ymisku nevndirnar verða mannaðar verður avtala í næstum, skrivar heimsíðan hjá TB í kvøld.