TB siktar eftir fjórða plássinum

(Formansrundan á Rás2) Formaðurin í TB er væl foreintur, men nú skal strembast hægri

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við formannin í TB, Fróða Olsen í formansrundini á Rás2.

 

Fróði er nøgdur við, at TB bjargaði sær sætið í effodeildini. Hann er eisini nøgdur við hugburðin, har TB-arnir heintaðu inn fleiri hóttandi tap, har teir vendu dystinum.

 

Men við einum niðurlendskum venjara ætla teir í TB at stremba nakað hægri. Fyrsta málið er at røkkað einum fjórða plássi, sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt.