Fótbóltssambandið hevur gjørt TB greitt, at vøllurin á Sevmýri frameftir ikki kann brúkast til fótbóltsdystir í fremstu deildini.
Tað var tí ein serligur dystur, sum var spældur á Sevmýri í dag - helst seinasti dysturin hjá fremsta TB-liðnum har.
Fitt av fólki var til dystin, og serlig skelti vóru gjørd til høvið. Eitt av skeltunum kravdi nýggjan vøll, og eitt annað segði bara stutt og greitt: ?Sevmýri, takk fyri alt?
Seinasti dysturin hjá TB á Sevmýri endaði við 5-1 sigri, og eftir dystin fekk TB bronsumerkini í 1. deild handað.