TB úr Miðvági við ongum

MB er botnlið í 1. deild, og støðutalvan bendir á, at miðvingar fara at flyta niður. Men síðani summarsteðgin hevur MB bitið frá sær. Fyrst vunnu teir á Skála, og í dag hava miðvingar vunnið 3-2 á heimavølli ímóti TB.

TB legði seg beinanvegin á odda, men undan steðginum hevði heimaliðið bæði javnað og lagt seg framum. TB javnaði eitt korter eftir steðgin, men heimaliðið svaraði beinanvegin aftur og skoraði sigursmálið til 3-2.

 

MB-TB 3-2 (2-1)

0-1: Petur Mortensen

1-1: Jack Johansen

2-1: Regin Fjalsbak

2-2: Hanus Mortensen

3-2: Regin Fjalsbak