Eftir tvey umfør eru TB og AB undir niðurflytingarstrikuni. TB hevur longu tapt einaferð á heimavølli, og fyri viku síðani var tað stórt vónbrot, tá ið tvøramenn í evstu løtu mistu sigurin og harvið tvey stig á Svangaskarði.
-Vit vóru vónbrotnir á Toftum. Um væl hevði viljað við, so høvdu vit havt í hvussu so er fýra stig. Trupulleikin er eyðsýndur. Vit taka ikki av, tá ið vit spæla okkum til møguleikar, og vit verða sektaðir, tá ið vit gera mistøk, sigur TB liðformaðurin Rógvi Joensen.
Í fjør var Albert Adu besti TB málskjúttin. Hann skoraði tíggju mál, men higartil í ár hevur hann einki skorað. Ein av orsøkunum man vera, at hann nú er fluttur í høgra borð at spæla, meðan Hervé Din Din er fremsti maður. Hann er stórur, og álopsspælið verður lagt eftir at spæla hann leysan. Higartil hevur tað ikki riggað so væl, sum tað í fjør gjørdi, tá ið Albert Adu átti størri leiklut.
-Enn er kappingin ung, men vit eru greiðir yvir, at talan er um lyklauppgerð ímóti AB, og vit skuklu vinna fulla úrtøku á heimavølli, sigur Rógvi Joensen.
Einasti TB spælarin, sum ikki er tøkur, er Absalon Eliasen. Nýggi spælarin er skaddur og hevur ikki enn verið á liðnum.
Tríggjar ferðir áður hava TB og AB spælt við Stórá í bestu deildini. Í fjør endaði tað 1-1, og í 2013 vann TB tvær ferðir 2-0 við Stórá.
Nógvir nýggir spælarar eru á Argjum, har venjarin eisini er nýggjur.
AB liðformaðurin Rói Danielsen hevur gott mót:
-Vit hava eitt stig, men vit kundu havt seks, um marginalirnir høvdu havt verið við. Higartil hava vit ikki spælt ímóti nøkrum liði, sum hevur verið betri enn vit. Avbjóðingin er, at vit higartil hava gjørt ov nógv persónlig mistøk, og at tey eru sektað. Vit hava fingið nógvar svangar spælarar, og teir fara at vera við til at seta dám á liðið, og úrslitini fara at verða betri, sigur AB liðformaðurin.
Skaðalistin er langur hjá AB: Andri Freyr Björnsson, sum í fjør spældi við TB, Gert Drangastein og Gunnar Haraldsen eru ikki tøkir. Tað er ivasamt, um Kári Nielsen og Símun Samuelsen eru tøkir. Aron Clementsen er við aftur.










