Flogbóltur
TB ? Fleyr 3 ? 1
26-24, 25-21, 24-26, 25-20
TB hevur í ár mist nógv fólk, men tó hevur byrjanin á kappingarárinum roynst sera væl. TB er á odda í meistaradeildini. Liðið hevur vunnið báðar dystirnar, sum hava verið, og her skal verða hugsað um, at yngsti leikarin bara er 14 ár.
Gott tak á Fleyr
Fleyr fór til Trongisvágs at vinna. Liðið hevði tapt fyrsta dystin, sum var ímóti Drátti. Í tí dystinum var spælið hjá Fleyr ikki gott, og eisini vóru innanhýsis trupulleikar á liðnum. Tað var tí nógv at rætta til henda dystin.
Dystirnir millum TB og Fleyr eru ofta javnir, og í Trongisvági hevur TB stak gott tak á Fleyr. Fyrst í hesum dystinum var tað tó Fleyr, ið stóð seg betur. Miriam Thomassen, sum hevur spælt nógv við Drátti, spælir í ár við Fleyr. Hon royndist væl í álopinum og vann nógv. Eisini hevarin hjá Fleyr, Mariann Øster, sum er uppvaksin í TB, spældi væl og dýkti á sínar leikarar.
Fleyur var hevði greiða leiðslu í settinum, og átti at vunnið, men TB megnaði tó vinna seg upp aftur.
Vónbrotið frá fyrsta settinum merkti eisini havnargenturnar í øðrum settinum, og tær tóktust rættiliga at hav mist flogið, tá TB nú førdi 2-0.
Fleyr við aftur
Alt sá nú svart út hjá Fleyr. Tó tær viðhvørt høvdu spælt heilt væl, og mestsum einki stóðu aftanfyri TB í spæli, var dysturin um at gleppa teimum fullkomuliga av hondum. Á liðnum hjá Fleyr eru góðir leikarar, sum hava drúgvar royndir, og tí var tað altíð væntandi, at liðið fór at vakna.
3. settið var javnt allan vegin. Liðini fylgdust, og sjáldan var munurin stórur. Bæði liðini vistu, at hetta settið var týdningarmikið, og nakað av fjáltrið var yvir spælinum. TB vildi ikki lata Fleyr sleppa, og settið gjørdist sera spennandi. Fleyr hevði endiliga eydnuna við sær, og tær vunnu akkurát settið, so spenningurin var stórur tá farið varð undir triðja settið.
Smágenturnar vunnu
Tað vísti seg tó, at vónirnar hjá Fleyr um at venda dystinum vóru ógrundaðar. TB streyk avstað, og brádliga var støðan 20-12. Fleyr gavst tó ikki, men tær megnaðu ikki at vinna alla hesa stóru leiðsluna inn aftur.
TB hevur ikki so nógvar spælarar á meistaradeildarliðnum. Tí er neyðugt at brúka leikarar úr ungdómsdeildunum. Til dystin ímóti Fleyr hevði TB leikarar av liðnum gentur 14 ár. Hinar á liðnum hava mestsum allar unglingaaldur, so TB-liðið man vera tað yngsta í meistaradeildini. Tær eru tó á odda, men torført verður hjá teimum at standa seg ímóti Mjølni og Drátti.
Hjá Fleyr stendur einki til. Tveir dystir og einki stig. Enn er tó lítið farið av kappingini, og spælið var nógv betur henda dystin enn ímóti Drátti. Enn er langt á mál, og gongdin má vendast, um ikki kappingin skal fara fyri einki longu nú.