Í dag er greitt, at serbiski toppskjúttin hjá TB, Bojan Timic, fer úr felagnum og tað fer hann alt fyri eitt.
Hann verður sostatt ikki við, tá ið TB skal til Klaksvíkar at spæla ímóti KÍ mikudagin.
Bojan hevur verið vandamikil spælari hjá TB og er toppskjútyti hjá felagnum við sjey málum, tó at fleiri av teimum hava verið við brotssparki.
Tað einasta, André Dalfoss, formaður í TB, vil siga, er, at Bojan Timic og TB eru samd um at enda samstarvið frá í dag at rokna og at felagið kemur við eini fráboðan seinni.
André Dalfoss sigur, at hevur góðar vónir um at TB fer at yvirliva í Effodeildini, hóast serbarin er farin, tí tey hava gott fólk at seta ístaðin.
- Tað verður ikki Bojan Timic, sum verður munurin ímillum yvirlivilsi í Effo deildini ella einum falli niður í fyrstu deild, er hann púra vísur í.








