TB missir málmannin

TB má leita sær eftir einum nýggjum málmanni. Tað er greitt, nú málmaðurin seinnu helvt av farna kappingarárið, Casper Radza, hevur skrivað sáttmála við Middelfart Boldklub.

 

Casper Radza kom til Tvøroyrar í juli, eftir at hin málmaður, Joslain Mayebi úr Kamerun, fór til Afrika í samband við at pápin doyði. Stutt eftir varð venjarin hjá TB, hollendski Robert F. Roelofsen, uppsagdur, og so avgjørdi Joslain Mayebi, at hann ikki kom aftur.

 

TB fekk fyrst undantaksloyvi at leiga Pedrag Markovic og síðani leigaði felagið Meinhardt Joensen úr KÍ, áðrenn Casper Radza kom til felagið 13. juli.

 

Spurningurin er so, um felagið fer at leita sær eftir nýggjum málverja ella um onkrir lokalir fáa møguleikan. Ein upplagdur møguleiki er, at Kári Jacobsen, sum hevur vart málið hjá FC Suðuroy farna kappingarár, verður nýggjur málmáður, í øllum førum um suðuroyarfeløgini leggja saman í eitt felag.

 

Sum skilst skulu feløgini hvør sær taka støðu til samanlegging á fundi hóskvøldið.