Fyri viku síðani varð tað endaliga staðfest, at TB eisini næsta ár verður í bestu deildini. Í dag skal TB spæla á útivølli ímóti Víkingi, og teir á Tvøroyri halda seg framvegis hava nógv at spæla fyri.
Tað er ongantíð komið fyri áður, at TB hevur vunnið fleiri enn 26 stig. Síðsta sunnudag eydnaðist tað TB í evstu løtu at skora 3-2 sigursmálið ímóti ÍF. Sigurin bar við sær, at TB nú hevur rokkið 26 stigum. Hetta var eisini úrtøkan í fjør, og hetta var úrtøkan, sum Sigfríður S. Clementsen setti sær fyri at røkka, tá ið hann fyrr í summar tók við venjarastarvinum á Tvøroyri.
-Tað plagar at vera nóg mikið at vinna 26 stig, og aftur í ár vísir tað seg, at 26 stig bera við sær, at vit sleppa undan niðurflyting, staðfestir TB venjarin.
Nú er møguleiki hjá TB at røkka fleiri stigum enn nakarantíð áður. At TB ikki hevur rokkið fleiri enn 26 stigum kemst av, at tað, tá ið TB var upp á sítt besta, vóru átta lið í fremstu røð, og at tað vórðu latin tvey stig fyri at vinna. Tað var orsøkin til, at TB í 1987 vann FM við átjan stigum.
-Vit halda okkum hava nógv at spæla fyri, og vit halda, at tað hevði verið púra skeivt, um vit nú løgdu okkum aftur á, tí tað eigur at vera so sjálvsagt, at vit sýna rættan ítróttaranda ímóti øllum mótstøðuliðunum, sigur TB venjarin.
Tað er merkisvert, at fýra teirra, ið hava verið fastir menn á besta TB liðnum, í gjár vóru á næstbesta liðnum, sum vann 3-1 í Fuglafirði á næstbesta ÍF liðnum. Skurðviðgerðin eydnaðist, men sjúklingurin doyði. TB sigurin vísti seg ikki at vera nóg stórur at varðveita plássið í aðru deild, tí B68 vann stórsigur – 12-0 – ímóti MB og varðveitti plássið í deildini.
Teitur Justinusen og Heine Mortensen eru farnir niður í lestrarørindum, og teir vera ikki við ídag.
Meðan tey fara at fylgja við í Sarpugerði sunnudagin, fara tey í Víkinga leguni at hava sera vakið oyra við í, hvussu tað fer at laga seg á Argjum. Víkingur hevur framvegis møguleika at vinna FM. Um tað skal eydnast er treytin, at KÍ snávar, og at Víkingur harvið vinnur fleiri stig enn kappingarneytin.
Tey liva í vónini og leggja alt trýstið yvir á KÍ:
-Vit tóku okkum tvey stig inn á KÍ, men tað er eingin ivi, at klaksvíkingar verða meistarar. Teir eiga løtt mótstøðulið og fara at vinna fulla úrtøku. Hjá okkum snýr tað seg um at vinna níggju stig og varðveita næstfremsta plássið. Í fjør vunnu vit 51 stig, og um tað eydnast í ár at vinna tíggju fleiri, so er tað eitt fet rætta vegin. Dreymurin er framvegis at vinna FM, men tað verður so ikki í ár, undirspælir Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen, sum harvið leggur trýstið yvir á KÍ.
Philip Djordjevic er tøkur aftur eftir leikbann. Finnur Justinussen verður ikki við aftur í ár.










