TB má avlevera spæliloyvið aftur

Tað er eingin orsøk til, at spæliloyvið liggur á Tvøroyri og spælarin er í Danmark, sigur Fótbóltssambandið

Málið um teir báðar fótbóltsspælararnar úr Esbjerg, sum týsdagin í síðstu viku rýmdu av Tvøroyri, er nú endað á borðinum hjá Fótbóltssambandinum.

 

Les meiri um málið í Sosialinum frá mánadegnum

 

Mánadagin skrivaði Sosialurin um 25 ára gamla Eyyub Keten, vinstrumegin á myndini, og 17 ára gamla Aumang Haji, sum til fánýtis høvdu roynt eitt fótbóltsævintýr á Tvøroyri.

Men tað gekk ikki eftir vild og nú hevur annar teirra eisini sett seg í samband við Fótbóltssambandið.

 

Spæliloyvið hjá tí yngra teirra er hjá FIFA og er ongantíð komið til Føroya, men spæliloyvið hjá tí eldra liggur á Tvøroyri, men verður heintað innaftur og sent til Danmarkar.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandinum, greiða frá, hvar í føroysku skipanini teir báðir spælararnir nú eru.